Vertirnir

Matgerð er ein førningur, vit eru so vælsignað at hava við heiman. Anna hevur sum bóndadóttir fingið í beinið at taka upp slakt av seyði og siðbundna matgerð. Bæði hava vit havt møður, ið løgdu doyðin á, at tað skuldi vera tað besta, tá ið matgerast skuldi, meira enn tað vanliga.

Umframt góða matin skuldi borðið taka seg væl út, og bæði postalín og borðbúnaður úr silvuri kom til æru. Eisini vóru vit so heppin, at vit frá heilt ungum árum vórðu tikin við í matgerðina, og tað hevur gjørt sítt til, at matur og matgerð hevur so stórt pláss í lívi okkara.