Garðurin

Anna, fødd í 1961, borin til garðin, og Óli, føddur í 1958, úr Havn, sita við festinum í 9. ættarliði. Yvirtøkan av festinum var 1. januar 1995, tá ið pápi Onnu ikki orkaði meira.

Garðurin telur 6 merkur. Innangarðs er sláttubøur, og uttangarðs norðan fyri bygdina er Lambhagi, ið ber 150 áseyðir. Umframt seyðin er fjølbroytt djóralív á festinum. Hundar, hønur, gæs, kettur og ross mynda livandi umhvørvið á garðinum.

Børnini, ið eru vaksin, eru fimm í tali.