Ríð & et

Ein møguleiki til tykkum, ið vilja hava eina uppliving í felag úti í føroysku náttúruni á rossabaki, njóta góðan mat og samveru.

Riðið verður úr Havn til Velbastaðar á góðu og róligu íslands rossunum hjá Berghestum. Farið verður eftir gøtum, ið øll megna.

Á Velbastað bjóðar Heimablídni eina fjøllbroytta máltíð í heim ligum umhvørvi. Íblásturin kemur frá tí siðbundnu føroysku matgerðini.