Maturin

Okkara heimablídni bjóðar eina heildaruppliving við fimm rættum av føroyskum uppruna. Tríggjar smárættir og lambskjøt úr okkara Lambhaga til høvuðsrætt og gott omaná. Smárættinar velja vit til høvið og árstíðunum.

Kosnaður 995,- kr fyri hvønn íroknað vælkomudrykk og drykkjuvørur aftur við matinum.

Vit taka ímótið bólkum við í minsta lagi 8 fólkum upp til 35 fólkum efir avtalu.

MIÐMÁLI

Til miðmála við í minsta lagi 14 fólkum upp til 35 fólk, bjóða vit borð við ymiskum heimagjørdum rættum av garðinum.

Kostnaður 475,- kr fyri hvønn.

Supper Club

Vanliga er hetta nakað, ið bert hevur verið møguligt hjá størri bólkum. Men um summari ber til hjá øllum, at fáa hesa hugnaligu uppliving. Tú bíleggur ein stól ella fleiri, til eina nærverandi matuppliving, saman við hinum gestunum.

Kostnaðurin er 995 kr. er við 5 rættum, durasnapsur og drekkivørum.

Nærri kunning hjá Visit Tórshavn