Vit bjóða stuttfluttan mat við rávørum úr føroyska kovanum og egnum haga
Heimablídni er fyri bólkar á 8-35 fólk heima hjá okkum. Eitt nú til starvsfólkadagar, bindiklubbar, føðingardagar, brúdleyp, konfirmatiónir ella onnur høvi.
Garðurin
Anna, fødd í 1961, borin til garðin, og Óli, føddur í 1958, úr Havn, sita við festinum í 9. ættarliði. Yvirtøkan av festinum var 1. januar 1995, tá ið pápi Onnu ikki orkaði meira…
Vertirnir
Matgerð er ein førningur, vit eru so vælsignað at hava við heiman. Anna hevur sum bóndadóttir fingið í beinið at taka upp slakt av seyði og siðbundna matgerð…
Ríð & et
Ein møguleiki til tykkum, ið vilja hava eina uppliving í felag úti í føroysku náttúruni á rossabaki, njóta góðan mat og samveru…
Maturin
Okkara heimablídni bjóðar eina heildaruppliving við fimm rættum av føroyskum uppruna. Tríggjar smárættir og lambskjøt úr okkara Lambhaga til høvuðsrætt…
Tá ókunnufólk kom á leið – Heimablídni
Henda bókin greiðir frá rávørunum, nýttar verða, og arbeiðnum, sum verður lagt í. Vit fylgja ársringrásini við fenaði og gróðri, hvussu alt veksur og búnast, til tað endar á borðinum í fjálgari stovu við útsýni yvir firðir og oyggjar.
Samband
Vilt tú uppliva heimablídnið og vertsskapin á Velbastað, eru vit Anna og Óli at hitta á telefon 216026, á telduposti anna-r@olivant.fo ella á Facebooksíðu okkara.